Eitt minnið fyri lívið

Eitt ár á eftirskúla, verður ongantíð eitt vanligt ár. Harafturímóti er tað eitt ár, ið er fylt við góðum upplivingum, nýggjum vinarløgum, spennandi frálæru og einari rúgvu av stuttligum avbjóðingum, uttanlandaferðum og nógv afturat. Stutt sagt – eitt minnið fyri lívið!

Eftirskúlin Flyvesandet liggur í sera nátturuvøkrum umhvørvið á Norðfyn, tætt við Egebjerggård. Umhvørvið er umgyrt av skógi og bøi og liggur stutt frá sjóvarmálanum við Kattegat. Her fyrigongur ein stórur partur av okkara frálæru og aktivitetum og hetta sæst týðiliga aftur á linjugreinini “Friluftstilbud”.

Velur tú at byrja á eftirskúlanum Flyvesandet, velur tú ein lítlan almennan eftirskúla, ið rúmar 68 næmingum. Vit hava sera dugnaligar lærarar, bæði fak- og linjufakslærarar. Afturat hesum eru onnur starvsfólk á skúlanum ein stórur partur av gerandisarbeiðinum og somuleiðis eisini tá tað kemur til næmingasamband.

Sum næmingur á Eftirskúlanum Flyvesandet fært tú m.a. hesar førleikar:

•                    Tú ert ein góður vinur

•                    Tú torir at taka ábyrgd

•                    Tú fær góðan málkunnleika í donskum og enskum

•                    Tú fær eitt breitt og fakligt støði í øðrum bókligum fakum

•                    Tú verður styrktur í útbúgvingarynskjum, tá hugsað verður um miðnámsskúla og aðrar vinnuskúlar.

Stutt um linjugreinarnar á skúlanum:

Fiskalinjan

Á hesari linjugreinini fiska vit sjálvandi nógv. Vit royna ymsar mátar at fiska og fara í alskyns vøtn at royna eftir ymsum sløgum av fiski. Vit leggja okkum eftir at læra um ymiskan fisk, eitt nú um gýtingarplássini hjá sjósílinum og yvirhøvur um grundleggjandi førleikarnar til útbúgvingina sum ferðaleiðari innan fisk.

Afturat fiskarínum, fara vit eisini at læra at knýta flugur, gera pilkar og annað, sum hoyrir fiskiskapi til. Og sum nakað heilt serstakt, fara vit í vetrarmánaðanum at arbeiða við at umvæla bátin hjá skúlanum. Við hesum fáa næmingarnir kunnleika um bátin og somuleiðis eisini handaligar førleikar.

Veiðulinjan

Á hesari linjugreinini arbeiða vit við grunleggjandi førleikunum at veiða villini djór og læra somuleiðis, hvussu tú handfer eitt vápn, hvussu tú metur um fjarstøðu, hundavenjing og etikkin við veiðu. Vit hava okkara egnu veiðuumhvørvi, ið vit skulu røkta og nýta til veiðu, tá tann tíðin kemur.

Næmingar á eftirskúlanum Flyvesandet kunnu fáa veiðuloyvi og byrsuloyvi og somuleiðis fáa vegleiðing í bæði høglbyrsu- og rifluskjóting soleiðis, at næmingarnir veruliga fáa góðar førleikar í at skjóta.

Danska veiðuloyvið, ið tú fær møguleika at ogna tær á skúlanum, gevur møguleika til veiðu í nógvum londum runt heimin.

Bogaveiða

Hóast bogaveiða er ein hin elsti mátin at veiða, er hesin veiðuháttur betur umtóktur enn nakrantíð. Alsamt fleiri velja at fáa sær bogaveiðuloyvi á Eftirskúlanum Flyvesandet.

Afturat bogaskjóting hava vit fjarstøðuvenjing, læra mannagongdina fyri veiðu og somuleiðis venja vit eisini konditións- og styrkivenjing.

Science/Outdoor

Hetta er ein spennandi linjugrein fyri tey, ið eru forvitin. Her verður granskað, kannað og spælt og somuleiðis er eisini nógv royndarvirksemi. Okkara arbeiðsumhvørvið er sera breitt, og arbeiða vit bæði við robottøknifrøði, gera hunang, grava úti í skógini, skera sundur djór, gera stórar spreingingar og mangt annað. Hetta fer fram bæði inni í alisfrøðistovuni og úti í náttúruni.

Science/Outdoor er ein góð samanrenning av lívfrøði, alisfrøði, evnafrøði, náttúrulærugrein, sigling í kano, kajak, víkingaskipi og tað at sova í telt. Hetta er ein breyt, ið hóskar væl saman við hinum linjugreinunum og sum samstundis leggur upp til tvørfakligar uppgávur og samstarv.

Matur og mentan

Natúrligur matur er linjan, har vit skulu hava ymiskt royndarvirksemi, hugsa kreativt og gera góðan mat av rávørunum, ið hvør árstíð hevur at bjóða. Vit lata okkum hugkveikja av og nýta tað, ið náttúran hevur at bjóða. Næmingarnir skulu heinta urtir, soppar, ber og grønmeti úti í skógini og á strondini. Umframt at gera mat, kanna vit eisini hvar rávørurnar stava frá og hyggja nærri at teimum sigum og mentanum, ið ofta fylgja við matinum.

Hestalinjan

Her fær næmingurin eina gjølla vegleiðing í hvussu tað er at hava hest. Hann lærir m.a., ymiskar mátar at ríða á íslendskum hestum. Hetta verður gjørt í vøkru náttúruni, har skúlin liggur. Skúlin hevur hestar, so tí er tað ikki eitt krav, at tú eigur ein hest fyri at kunna velja hesa linjuna.

Valfak

Afturat teimum vanligu fakunum, hevur Eftirskúlin Flyvesandet nøkur valfak. M.a. ymisk sløg av ítrotti, so sum renning, fótbóltur, styrkivenjing og yoga. Harumframt er tað eisini møguligt at velja boðaskjóting, skjóting, veiðufrálæru, matgerð, miðlafak, foto/video, arbeiði hjá húsavørði, tónleik, týkst og nógv afturat.

Eftirskúlin Flyvesandet hevur starvsfólk, ið hava arbeitt í fólkaskúlum í Grønlandi og í ymiskum eftirskúlum har, so sum á eftirskúlanum í Kujataani, Maniitsup, Villads Villadsen. Harafturat hava vit eisini starvfólk úr Føroyum.

Vit hava drúgvar og góðar royndir av at arbeiða við ungum úr norðurlondum, og kunnu vit tískil geva teimum betur innlit í, hvat tað merkir at koma harfrá til Danmarkar og hvørjar avbjóðingar kunnu standast av hesum soleiðis, at hesi ungu, kunnu fáa eitt so gott ár, bæði í Danmark og á eftirskúlanum, sum til ber.

Eftirskúlin Flyvesandet hevur gott samstarv við Det Nordisk Atlantiske Hus, ið er eitt felags hús fyri áhugamálunum hjá Norðurlondum í Odense.

Stjórin á skúlanum eitur Pavia Haaber Jakobsen

Til ber at at ringja til skúlan á tlf: 004551172710

Til stjóran á tlf: 004551172720

Ella við at skriva ein teldupost til skúlan kontor@flyvesandet.dk